Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. oktober 2026 Nr. 90

Kunngerð um at boða frá vanlukku o.a. á sjónum

Við heimild í § 13, stk. 2, § 21, stk. 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 41 frá 16. mai 2024, verður ásett:

§ 1 Tá ið vanlukka, hending ella andlát hendir umborð á einum føroyskum skipi ella á útlendskum skipi…

Tá ið vanlukka, hending ella andlát hendir umborð á einum føroyskum skipi ella á útlendskum skipi í føroyskum sjóøki innan fyri 200 fjórðingar úr grundlinjunum, skal hetta verða fráboðað Sjóvinnustýrinum beinanvegin. Stk. 2. Tað er ábyrgd skiparans og reiðarans at tryggja, at fráboðan verður send Sjóvinnustýrinum. Stk. 3. Fráboðan um andlát av sjófólki, sambært stk. 1, skal gerast eftir leisti, sum Sjóvinnustýrið ásetir. Sjóvinnustýrið sendir árliga fráboðan um andlát av sjófólki á handilsskipum til International Labour Organization.

§ 2 Við vanlukku á sjónum verður skilt hendingar í sambandi við rakstur av skipi, sum hava havt við sær

Við vanlukku á sjónum verður skilt hendingar í sambandi við rakstur av skipi, sum hava havt við sær: 1)   At ein persónur er farin fyri borð, hevur fingið álvarsligan skaða ella er deyður. 2)   Samanstoyt, ásigling, sigling á land, eld, spreinging, leka, slagsíðu, at skipið koppar, ella at tað er vorðið ómanereriligt, at skipið er at meta sum skipbrotið, ella at neyðugt hevur verið at rýma av tí. 3)   Materiellan skaða á skipið ella havnalag, sum kundi havt við sær álvarsligan vanda fyri trygdina. 4)   Álvarsligan umhvørvisskaða, ella at álvarsligur umhvørvisskaði kundi hent, orsakað av skaða á eitt ella fleiri skip. Stk. 2. Við hending á sjónum verður skilt tilburðir, har eingin vanlukka er hend, men har tað í beinleiðis sambandi við rakstur av skipinum hevur verið stórur vandi fyri vanlukku. Stk. 3. Fráboðanarskyldan sambært § 1 fevnir ikki um vanlukkur o.a., ið einans fevna um stuttleikafør.

§ 3 Við sekt verður tann revsaður, ið brýtur ásetingina í § 1, stk. 1 og 2

Við sekt verður tann revsaður, ið brýtur ásetingina í § 1, stk. 1 og 2. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

§ 4 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.     Vinnumálaráðið, 26. oktober 2026   Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙