Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. oktober 2026 Nr. 91
Kunngerð um broyting í kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini
(Áseta navn og høvuðssæti hjá reiðara o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 4 frá 6. januar 2017 um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri…
Í kunngerð nr. 4 frá 6. januar 2017 um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini, verður § 6, stk. 1, nr. 7, orðað soleiðis: “7) Navn og høvuðssæti hjá reiðaranum ella hjá skrásetta eigaranum, um hesin ikki er tann sami sum reiðarin.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 26. oktober 2026 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.