Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. oktober 2026 Nr. 93

Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

(Leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul telur ikki sum inntøka o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir…

Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum broytt við kunngerð nr. 27. frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015, kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019, kunngerð nr. 139 frá 3. november 2022, kunngerð nr. 43 frá 24. mars 2023 og kunngerð nr. 7 frá 15. februar 2024, verða gjørdar hesar broytingar:   1.    § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti, leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar.”   2.    § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Sum nøktandi upphædd til útreiðslur til mat, klæði og tílíkt verður nýtt ein upphædd, ið hjá støkum er 25% av hægstu uppihaldsveiting sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum. Hjá giftum og sambúgvandi er upphæddin 21% av hægstu uppihaldsveiting sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.     Almanna- og bústaðamálaráðið, 26. oktober 2026   Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙