Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2007 Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 2, nr. 5 verður strikað. 2) Í § 1, stk. 2, nr. 19 verða orðini “Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg,” strikað.
§ 2 Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 2007
Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 2007. Tórshavn, 7. juni 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 114/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.