Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 69 29. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006, løgtingslóg nr. 62 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 93 frá 22. oktober 2007, løgtingslóg nr. 35 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 53 frá 7. juni 2008, løgtingslóg nr. 54 frá 7. juni 2008, løgtingslóg nr. 53 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 54 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010 og løgtingslóg nr. 55 frá 26. mai 2011, verður § 1, stk. 2, nr. 13 strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2018
Henda løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2018. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 116/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.