Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. november 2026 Nr. 98

Kunngerð um serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar

Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 52 frá 1. juni 2026 um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Henda kunngerð er galdandi fyri burturriknar ukrainar við fyribils uppihaldsloyvi sambært…

Henda kunngerð er galdandi fyri burturriknar ukrainar við fyribils uppihaldsloyvi sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine. Barnagjald og serligt barnaískoyti

§ 2 Treytin um danskan heimarætt sambært § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um barnagjald til…

Treytin um danskan heimarætt sambært § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. er ikki galdandi fyri burturriknar ukrainar. Arbeiðsfremjandi tiltøk

§ 3 Almannaverkið kann, hóast ásetingina í § 2, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,…

Almannaverkið kann, hóast ásetingina í § 2, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, bjóða burturriknum ukrainum virknisvenjing, stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinara eftir reglunum í kapitlum 3, 4 og 8 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Stk. 2. Stuðul til arbeiðsbúgving sambært stk. 1 kann bara fevna um tær fyriskipanir, ið eru nevndar í § 9, stk. 1, nr. 3, 5 og 6 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Fyribils uppihaldsveiting

§ 4 Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir, hóast teir eru sambúgvandi…

Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir, hóast teir eru sambúgvandi sambært § 12, stk. 5 í almannalógini, um teir ikki búgva saman við familju ella samlivara.

§ 5 Undirvísing í føroyskum sambært løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál verður mett sum styttri…

Undirvísing í føroyskum sambært løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál verður mett sum styttri arbeiðsrættað skeið sambært § 5, stk. 1, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og gevur rætt til uppihaldsveiting sambært §§ 11 og 12 í almannalógini og § 4 í hesi kunngerð.

§ 6 Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sambært §§ 11 og 12 í almannalógini og § 4 í…

Burturriknir ukrainar fáa fyribils uppihaldsveiting sambært §§ 11 og 12 í almannalógini og § 4 í hesi kunngerð, hóast teir eru undir fyriskipan sambært kapitli 4 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.     Almanna- og bústaðamálaráðið, 3. november 2026   Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙