Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. juni 2026 Nr. 52

Løgtingslóg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Virkisøki

§ 1 Henda løgtingslóg fevnir um persónar við fyribils uppihaldsloyvi sambært anordning om…

Henda løgtingslóg fevnir um persónar við fyribils uppihaldsloyvi sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine. Bráðfeingis bústaðir

§ 2 Bráðfeingis bústaðir eftir hesi løgtingslóg eru felags bústaðir til persónar, sum koma undir § 1,…

Bráðfeingis bústaðir eftir hesi løgtingslóg eru felags bústaðir til persónar, sum koma undir § 1, og sum ikki hava annan hóskandi bústað.

§ 3 Landsverk hevur heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir.…

Landsverk hevur heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir. Landsverk hevur harafturat heimild at útvega grundleggjandi innbúgv og at seta í stand, umbyggja og halda við líka bústaðirnar.

§ 4 Landsverk er útleigari og umsitur bráðfeingis bústaðirnar, sbr. tó §§ 8 og 9

Landsverk er útleigari og umsitur bráðfeingis bústaðirnar, sbr. tó §§ 8 og 9. Stk. 2. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann gera eitt standard leiguskjal og áseta skilhaldsreglur fyri bústaðirnar.

§ 5 Bráðfeingis bústaðirnir eru ikki fevndir av leigulógini

Bráðfeingis bústaðirnir eru ikki fevndir av leigulógini. Stk. 2. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann áseta serstakar leigureglur fyri bústaðirnar.

§ 6 Persónur í bráðfeingis bústaði skal rinda landinum fyri húsaleigu

Persónur í bráðfeingis bústaði skal rinda landinum fyri húsaleigu. Stk. 2. Landsverk ásetur húsaleiguna í samráð við landsstýrisfólkið í samferðslumálum. Stk. 3. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann áseta reglur um innkrevjing av húsaleigu.

§ 7 Samlaðu leiguinntøkurnar frá bráðfeingis bústøðunum kunnu vera lægri enn útreiðslurnar hjá…

Samlaðu leiguinntøkurnar frá bráðfeingis bústøðunum kunnu vera lægri enn útreiðslurnar hjá landinum at útvega, umsita og reka bústaðirnar.

§ 8 Almannaverkið ávísir persónar í bráðfeingis bústaðirnar

Almannaverkið ávísir persónar í bráðfeingis bústaðirnar. Stk. 2. Landsstýrisfólkið í almannamálum kann áseta nærri reglur um treytirnar fyri ávísing.

§ 9 Persónur í einum bráðfeingis bústaði hevur skyldu at flyta í annan bráðfeingis bústað, um…

Persónur í einum bráðfeingis bústaði hevur skyldu at flyta í annan bráðfeingis bústað, um Almannaverkið krevur tað. Stk. 2. Almannaverkið kann krevja, at ein persónur tekur av einum tilboði um annan hóskandi bústað. Tekur viðkomandi ikki av einum tilboði um annan hóskandi bústað, skal Landsverk, eftir áheitan frá Almannaverkinum, uppsiga leigumálið í bráðfeingis bústaðnum. Sosialur samskipari

§ 10 Almannaverkið hevur ábyrgdina og kann seta starvsfólk at virka sum sosialur samskipari í…

Almannaverkið hevur ábyrgdina og kann seta starvsfólk at virka sum sosialur samskipari í bráðfeingis bústøðunum. Almannaverkið kann eisini gera avtalu við ein uttanhýsis part um at røkja uppgávuna sum sosialur samskipari í bráðfeingis bústøðunum. Uppgávan hjá sosiala samskiparanum er at veita teimum búgvandi sosialfakliga ráðgeving, stuðul og hjálp. Serreglur á almannaøkinum

§ 11 Fyri persónar, ið eru fevndir av § 1, kann landsstýrisfólkið í almannamálum

Fyri persónar, ið eru fevndir av § 1, kann landsstýrisfólkið í almannamálum: 1)   Áseta reglur um, at víkjast skal frá kravinum um danskan heimarætt sambært § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. 2)   Áseta reglur um, at treytin um varandi uppihaldsloyvi í § 2, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í nærri tilskilaðan mun ikki er galdandi fyri virknisvenjing, stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinaraskipan sambært kapitlum 3, 4 og 8 í løgtingslógini. 3)   Áseta reglur, sum víkja frá § 12, stk. 1 í almannalógini um, at sambúgvandi persónar fáa lægri uppihaldsveiting enn persónar, sum búgva einsamallir, og seta serligar treytir fyri uppihaldsveiting. Serligar útreiðslur

§ 12 Almannaverkið kann halda serligar útreiðslur, ið eru tongdar at persónum, ið koma undir § 1

Almannaverkið kann halda serligar útreiðslur, ið eru tongdar at persónum, ið koma undir § 1. Gildistíð

§ 13 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2029

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2029.     Í Tinganesi, 1. juni 2026   Beinir Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 105/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar · innanhýsis
Galdandi · 3. november 2026

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙