Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2018 Nr. 64

Løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021

§ 1 Fyri hvørt ár verður roknað eitt javningarprosent, sum verður nýtt til at javna ymiskar upphæddir…

Fyri hvørt ár verður roknað eitt javningarprosent, sum verður nýtt til at javna ymiskar upphæddir í almannalóggávuni.

§ 2 1) Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av

1) Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av 1) prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í inniverandi ári, og 2) prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum 2. ársfjórðing í inniverandi ári, í mun til 2. ársfjórðing árið fyri. Stk. 2. Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum. Stk. 3. 1) Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 1, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt. Stk. 4. 1) Er roknaða javningarprosentið minni enn null, verður javningarprosentið sett til null.

§ 3 Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð javningarprosentið fyri komandi árið í seinasta lagi 1.…

Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð javningarprosentið fyri komandi árið í seinasta lagi 1. november. Stk. 2. 2) Javnað verður fyrstu ferð 1. januar 2022.

§ 4 Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri útrokningina av javningarprosentinum, harundir…

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri útrokningina av javningarprosentinum, harundir reglur, sum taka atlit til broytingar í hagtalsgrundarlagnum fyri útrokningina av javningarprosentinum.

§ 5 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Í Tinganesi, 30. apríl 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 71/2017 1) Broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Hóast freistina í § 3, stk. 1 í løgtingslógini verður kunngerðin í 2021 við javningarprosentinum fyri 2022 kunngjørd, tá hendan løgtingslógin er komin í gildi.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 30. oktober 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri javning av veitingum frá og við januar 2021.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
javningarprosent til almannaveitingar 2026 · innanhýsis
Galdandi · 23. oktober 2025
Heimildir
javningarprosent til almannaveitingar 2025 · innanhýsis
Søgulig · 1. november 2024
Heimildir
javningarprosent til almannaveitingar 2024 · innanhýsis
Søgulig · 24. oktober 2023
Heimildir
javningarprosent til almannaveitingar 2023 · innanhýsis
Søgulig · 28. november 2022
Heimildir
javningarprosent til almannaveitingar í 2022 · innanhýsis
Søgulig · 30. november 2021
Broytingar
broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar · innanhýsis
Galdandi · 15. november 2021
Broytingar
broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar · innanhýsis
Galdandi · 30. oktober 2020
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙