Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. november 2021 Nr. 145

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

(Broyting í útrokning av javningarprosenti)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 30. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar:   1.    Í § 2, stk. 1, nr. 2 verður “3. ársfjórðing” tvær staðni broytt til: “2. ársfjórðing”.   2.    Í § 2 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 1, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Hóast freistina í § 3, stk. 1 í løgtingslógini verður kunngerðin í 2021 við javningarprosentinum fyri 2022 kunngjørd, tá hendan løgtingslógin er komin í gildi.     Í Tinganesi, 15. november 2021   Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 26/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙